Ensku myndugleikarnir kunngjørdu í gjár, at tjóðbankin og fíggjarmálaráðið fara at lata bankunum 80 milliardir pund í hjálp.
Sir Mervyn King, tjóðbankastjóri, (myndin) sigur, at ætlanin er at geva bankum høvið til at útvega sær nýggjan kapital við sera lagaligum treytum, men at myndugleikarnir fara at tryggja sær, at viðskiftafólkini hjá bankunum fáa ágóða av hjálpini.
Bretska stjórnin væntar, at búskaparviðurskiftini í Evropa fara at versna, áðrenn vend kemur í. Stjórnin sigur, at nú er tíðin komin til at fremja neyðug tiltøk, og at stjórnin tí hevur gjørt av at rætta bankunum eina hjálpandi hond.