Enskir landsliðsspælarar tveittir av landsliðnum

Nations League: Tríggir spælarar hjá Onglandi eru tveittir av landsliðnum, tí teir ikki hava virt koronareglugerðina

Í næstum verða fleiri landsdystir kring alt Evropa. Talan er bæði um venjingardystir og Nations League dystir. Seinast landsliðsumfar var, blivu Phil Foden, Manchester City, og Mason Greenwood, Manchester United, tveittir av landsliðnum, eftir at teir høvdu havt íslendska damuvitjan á gistingarhúsinum í Íslandi.

Hesa ferð eru tríggir spælarar tveittir heim, tí teir hava verið í føðingardagsveitslu hjá Tammy Abraham, ið spælir við Chelsea. Her vóru ov nógv fólk og landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, hevur nú tveitt føðingardagsbarnið av landsliðnum.

Millum gestirnar vóru eisini Ben Chilwell, Chelsea, og Jadon Sancho, Borussia Dortmund. Teir eru eisini tveittir av landsliðnum. Tað kunnu í mesta lagi savnast seks fólk til veitslur í Onglandi í løtuni.