Fótbóltur
Nú heystið og enski fótbólturin eru komin væl í gongd, ger eisini fjepparafelagið Arsenal Føroyar ein vørr, nú stórdystur verður millum tvey av fremstu liðunum í Premier League.
Á heimavøllinum Emirates Stadion tekur Arsenal ímóti Manchester United, og væntast kann tað brakið av einum fótbóltsdysti, sum so ofta hevur verið at sæð millum hesi bæði liðini.
Sjálvur dysturin byrjar leygardagin klokkan 12.45, men dyrnar í Havnar Bio lata upp hálvan tíma áðrenn, so fjeppararnir kunnu fáa eitt hugnaligt prát saman áðrenn »kick-off«.
Sum vanligt, ber til at vedda um úrslitið undan dystinum fyri 20 krónur, og eftir dystin verður so lutakast um samlaðu puljuna. Hevur eingin gitt rætta úrslitið, verður puljan standandi til næsta dystartiltak.
Tiltakið í Havnar Bio er fyri allar Arsenal-fjepparar og er ókeypis. Bæði verandi og komandi limir eru vælkomnir, og tað ber sjálvandi eisini til at tekna seg sum lim á staðnum.









