Eftir 14 árum er hjartað hjá 16 ára gomlu Hannah Clark farið at virka aftur. Læknarnir eru ovfarnir Sum tvey ára gomul hevði Hannah Clark úr Wales eitt so vánaligt hjarta, at læknarnir sóu sær eingi onnur ráð enn at skera eitt donorhjarta inn í lítlu gentuna, sum kundi hjálpa hennara egna hjarta at sláa.
10 ár seinni byrjaði gentan at fáa álvarslig hjáárin av heiliváginum, hon tók, fyri at kroppurin ikki skuldi avvísa donorhjartað.
Hon fekk svøllir og varð tí viðgjørd við kemoterapi, men fyri at kunna gera tað máttu læknarnir minka um serliga heilivágin. Tað førdi so aftur til, at rkoppurin byrjaði at avvísa donorhjartað.
Tí avgjørdu læknarnir við kenda Great Ormond Street Hospital í London, at taka donorhjartað burtur aftur, tí teir roknaðu við, at egna hjarta hjá Hannah fór at virka uttan heilivág.
Í dag kunnu teir báðir skurðlæknarnir, Sir Magdi og Victor Tsang, vátta, at Hannah Clark og hjarta hennara eru púra frísk.
- Vit væntaðu ikki, at hjartað fór at vinna sína gomlu styrki, men tá tað hendi, vóru vit ovurfegnir. Eitt hjarta, sum als ikki pumpaði, virkar nú heilt sum tað skal, sigur Sir Magdi.