Luis Enrique hevur fingið eina betri byrjan upp á yrkisleiðina sum venjari hjá FC Barcelona, enn Pep Guardiola fekk. Í øllum um talt verður eftir hvør av teimum var skjótari at vinna 100 dystir.
Tá ið FC Barcelona í gjár vann 1-0 ímóti Athletic Bilbao, var hetta Barcelona-sigur nummar 100 við Luis Enrique sum venjara. Hann skuldi brúka 126 dystir upp at fáa 100 sigrar, meðan Pep Guardiola brúkti 139 dystir.
Spanska blaðið AS skrivar, at Luis Enrique ikki einans hevur tikið metið hjá Pep Guardiola, men eisini La Liga-metið, sum José Mourinho átti við Real Madrid. Hann brúkti 133 dystir um at fáa 100 sigrar.
Eisini um talt verður eftir málmuni, hevur Luis Enrique staðið seg betur enn Pep Guardiola. Í fyrstu 100 sigrunum hesaferð hevur FC Barcelona málmunin 360-91, meðan hann undir Pep Guardiola var 339-108.
Tíðarskeiðið 2008 til 2012, tá ið Pep Guardiola stóð á odda fyri FC Barcelona, vann hann 14 steyp við felagnum. Luis Enrique, sum tók við í 2014, hevur higartil vunnið átta steyp, so enn er nakað eftir, um hann eisini skal taka tað metið.