Enrique Iglesias ársins navn í Kina

:)

Tá kinesiska deildin av MTV handaði sínar árligu viðurslønir í Peking, varð tað Enrique Iglesias sum fekk heiðurin av vera útnevndur til ársins mannliga navn. Heiðurin av at vera ársins kvinnuliga navn fór til Coco Lee

Eisini danir vóru umboðaðir til heiðurslønarhandanina. Danski bólkurin Aqua varð valdur til at verða ársins bólkur, og limirnir sjálvur vóru til staðar fyri at taka ímóti heiðurslønini. Aqua hava annars hava sera góða undirtøku eystanfyri, so hetta var altíð vantandi.

Alanis Morrisette var eisini hjástødd í Peking hetta kvøldi. Hon sang You Learn fyri teirri stóru mannfjøldini ið var møtt upp. Hetta varð fyrsta framførðslan hjá Alanis Morrisette í Kina, og aftana var hon sera stolt.

-Eg seti stóran prís uppá at kunna vera við til hetta stóra tiltak, sum baði tónlistarliga og mentunarliga hevur sera stóran tídning. Henda heiðurslønarhandanin vísur hvussu stóra megi tónleikurin hevur. Eg eri somuleiðis sera stolt av at hava havt mína fyrstu framførðslu í Kina, og hetta er somuleiðis ein gamal dreymur.