Enoksen vil hava dagfesting á loysingina

Fyrrverandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi vil nú hava eina degfesting setta á grønlendsku loysingina. Sjálvur vil hann hava tað avgreitt um fýra ár, í 2021.

Fyrrverandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Hans Enoksen, vil nú hava eina dagfesting at vita frá stóra samgonguflokkinum Siumut, nær teir ætla, at Grønland skal fara út ríkisfelagsskapinum við Danmark.

 

Tað sigur hann við grønlendska miðilin Sermitsiaq.

 

Hans Enoksen, sum fyrr umboðaði Siumut, men nú er formaður í Partii Naleraq, sigur, at eftir hansara tykki vildi 2021 verið eitt upplagt ár at Grønland gjørdist sjálvstøðugt, tí tá eru 300 ár liðin síðan Hans Egede kom til Grønlands.

 

Partii Naleraq er í samgongu í Grønlandi saman við Siumut og IA.

 

Hans Egede var danskur prestur og trúboðari, sum í 1721 fór til Grønlands við loyvi fra konginum Fríðriki fjórða. Hann legði grundarlagið undir býnum Godthåb, sum í dag hevur grønlendska navnið Nuuk og er høvuðsstaður í Grønlandi.

 

Grønland fær fýra milliardir í blokkstuðli árliga úr Danmark, men Hans Enoksen sigur, at tað er ein avleiðing av dupultfunktiónum í grønlendsku umsitingini umframt at nógvar mannagongdir og vitan fara til spillis, tí nógvir danir koma til Grønlands at starvast í umsiting, men fara avstað aftur skjótt og taka alla vitan við sær.