P/F Enniberg hevur ikki bara leigað ísfiskatrolararnar, Jaspis og Ametyst, men felagið hevur eisini yvirtikið pantið í skipunum. Felagið Faroe Fish I, sum eigur ísfiskatrolararnar, Jaspis og Ametyst, er ikki farið á húsagang, og tí er tað leiðsla og nevnd felagsins, sum framvegis hava avgerðarrættin um eitt nú leigumál.
P/F Enniberg hevur leigað skipini og hevur eisini yvirtikið pantið í skipunum.
Men hvat merkir tað so, og kunnu vit siga, at skipini longu eru seld?
- Nei, hetta merkir ikki, at skipini eru seld, men tað merkir, at P/F Enniberg í tíðini, leigumálið fevnir um, hevur ?keypt? kravið, sum fíggingarstovnurin hevur í skipunum.
Kelda, sum Portalurin hevur tosað við, og sum veit tað, sum er at vita um hesi viðurskifti, sigur, at fíggingarstovnurin og P/F Enniberg hava ?skift? um pláss, sum keldan málber seg.
Í samrøðu við Portalin fríggjakvøldið, duldi Mortan Johannesen ikki fyri, at P/F Enniberg hevur í hyggju at keypa Jaspis og Ametyst.
- Einki verður broytt, og manningin er hin sama, legði hann aftrat.
Mortan Johannesen segði seg vænta, at Jaspis og Ametyst fara at leggja veiðina upp í Vági.