Enniberg á veg heim fullfermdur

Flakatrolarin Enniberg er á veg heim við fullari last

Heimasíðan jn.fo skrivar, at Enniberg er á veg heim við 1000 tonsum av flaki, har  meginparturin er toskur.

Teir fóru úr Føroyum 11 januar, og hava roynt í norskum sjógvi allan túrin. Manningin telur 36 mans, og skipari er John Mikkjal Godtfred. Heimasíðan skrivar, at Enniberg verður væntandi á Havnini týsdagin.