Flakatrolarin Enniberg hevur fiskað fyri umleið 90 milliónur krónur í ár. Tað er ein vøkstur á 22,5 milliónir krónur samanborið við árið í fjør. Tað upplýsir skipini.com.
Enniberg hevur fiskað í Grønlandi eftir svartkalva, á Flemish Kap eftir toski, og í Irmingahavinum eftir kongafiskið.
Mortan Johannesen, reiðari, sigur í viðmerking við heimasíðuna, at prísirnir hava verið betri. Hann ger hinvegin greitt, at tað verður øðrvísi næsta ár, tí eingin avtala er fingin í lag við Noregi.
Enniberg fiskaði fyri 67,5 milliónir krónur í fjør.










