Nú ber til at koma upp á heimsins hægsta forberg við staðkendum ferðaleiðara. Elisabeth Nybo frá “Matstovuni hjá Elisabeth” á Viðareiði sigur, at tey sum nakað nýtt skipa fyri tveimum ymiskum túrum. Annar túrurin er niðan á Enniberg, sum er heimsins hægsta forberg, og hin túrurin er ein gongutúrur gjøgnum bygdina. Báðir túrarnir eru við staðkendum ferðaleiðara.
Túrarnir kunnu keypast sum ein pakki saman við eini máltíð á matstovuni. Tey, sum tekna seg til túrin niðan á Enniberg, fáa umframt mat á matstovuni eisini matpakka við til túrin.
Viðareiði er ein søgulig bygd, og nógv er at greiða frá sum t.d. um prestagarðin í Ónagerði og kirkjuna. Fyri tey sum ynskja tað er møguleiki fyri rundvísing inni í kirkjuni við lokalum frásøgufólki. Gongutúrur verður eisini til teir stórslignu laðaðu garðarnar, sum hava sína serligu søgu.
Túrarnir verða bert gjørdir, um veðrið er til vildar og nóg nógv tekna seg, sigur Elisabeth sum leggur dent á, at matstovan liggur væl fyri í bygdini, og umstøðurnar eru góðar við eini fjølbroyttari matskrá í hugnaligum umhvørvi. Eisini ber til at njóta eitt glas av víni afturvið matinum. Hølini eru væl atkomiligt fyri fólk í koyristóli.









