Eitt brúgvalag við regni yvir Føroyum flytir seg í ein útnyrðing. Síðani mennist eitt størri lágtrýstøki millum Írland og Ísland, og nýggj brúgvaløg koma yvir Føroyar úr útsynningi.
Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið, og snarar í ein landsynning. Skýggjað og támut og í støðum mjørki, umframt regn, men fyrrapartin verður yvirhøvur turt og seinnapartin sól í støðum. Hitin millum 12 og 15 stig. Mikukvøldið og hósnáttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 13 stig.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt andøvsgul til ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og skýggjað, men út á dagin sær sólin møguliga. Um kvøldið og náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í 15 metrar um sekundið. Skýggjað og sum frá líður regn. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og enn regn, men seinni turt og í støðum sól. Um náttina samdrigið og okkurt æli. Hitin alt samdørið millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum út á náttina makar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Samdrigið og kanska okkurt æli. Hitin millu 10 og 13 stig.
Sunnudagin verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og yvirhøvur eitt sindur av sól. Um kvøldið og náttina eitt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein landsynning og veksur upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn. Hitin millum 10 og 15 stig.
Mánadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi og eystri, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt og møguleiki fyri sól. Hitin alt døgnið millum 12 og 15 stig.









