Fyribils er ikki ætlanin at gera nakra serliga móttøku, har fólk, sum eru fyri harðskapi.
Tað er greitt, nú settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur svarað Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin.
Hon spurdi landsstýriskvinnuna um nøkur ætlan er um at javntseta sálarligan og likamligan harðskap, men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sigur, at tað er ein spurningur um at broyta revsilógina, so tað má løgtingskvinnan spyrja løgmann um.
Ingilín Didriksen Strøm spurdi eisini um nøkur ætlan er um at seta eina eina móttøku á stovn til tey, ið eru fyri harðskapi, og har øll neyðug hjálp og ráðgeving er savnað á einum staði, og soleiðis at tey sleppa undan at fara til fleiri myndugleikar at fáa hjálp.
Landsstýriskvinnan heldur, at tað verður umrøtt í Almannamálaráðnum, og hon heldur, at hetta vera eina áhugaverda skipan. Men hon fer kortini ikki at seta eina slíka skipan í verk beint nú
Hon heldur, at samstarv og samskipan ímillum stovnar og myndugleikar, eru alneyðug á hesum øki, og tað sigur hon, at vit hava.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at peningur er ikki settur av í fíggjarlógini fyri næsta ár til eina slíka móttøku. Men hon leggur afturat, at ætlanin er at játtanin til Kvinnuhúsið skal hækkast - uttan tó at siga, hvussu nógv.
Annars er ætlanin at útvega hagtøl fyri at at lýsa støðuna, tí tað heldur hon er ein fortreyt fyri at kunna skipa arbeiðið, soleiðis at tað ger best gagn.