Enn veit løgreglan ikki hví eldur kom í

Løgreglan hevur havt teknikarar Vági, men enn er eingin niðurstøða gjørd

Herfyri kom eldur í ein goymslubygning hjá Vágs Skipasmiðju niðri á havnarlagnum í Vági.

 

Tað eydnaðist sløkkiliðnum at sløkkja eldin, men tá hevði bygningurin fingið stóran skaða.

 

Onkur akfør stóðu inni í bygninginum, men tað eydnaðist at fáa tey út, áðrenn eldur kom í tey.

 

Í morgun visti vaktleiðarin at siga, at løgreglan enn einki kann siga um hendingina.

 

- Kanningararbeiðið er ikki liðugt, og tískil vita vi ikki, hví eldur kom í goymslubygningin í Vági.