Forsagnir hjá íslendska Seðlabankanum vísa, at arbeiðsloysið í Íslandi er ikki komið í hæddina enn, og at tað fer at standa við í rættiliga rúma tíð afturat. Forsagnirnar siga, at í fyrsta ársfjórðingi næsta ár verður arbeiðsloysið góð 10 prosent, og at tað fer at liggja millum 9 og 10 prosent líka til annan ársfjórðing í 2011. Síðani fer tað at minka spakuliga.
Morgunblaðið skrivar, at forsøgnin hjá Seðlabankanum er eitt sindur meiri bjartskygd enn ein forsøgn, sum bankin gjørdi í august. Tá væntaði bankin, at arbeiðsloysið fór at liggja um 11 prosent annan ársfjórðing næsta ár.