Enn skiftandi veður

Tað verður turt mest sum annan hvønn dag, sigur Petur Skeel Jacobsen.

Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av vestri og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum átta og 11 stig.

 

Fríggjadagin verður fleyr til gul av vestri, seinnapartin lækkan hann niður í sunnan. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig.

 

Leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri og landsynningi og møguliga regn av og á. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Sunnudagin og mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av landnyrðingi og norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 13 stig.