Enn restar gullið

Fleiri ferðir hevur verið nær við, men enn hevur tað ikki eydnast føroyskum súkklarum at vinna gull á Oyggjaleikunum

 

Súkkling

Jákup Mørk


Súkklingin í Føroyum tykist vera ein itrótt, sum hevur verið í stórari menning seinnul árini. Ikki minst hevur tað skapt ans, at teir báðir, Rógvi Johansen og Bogi Kristiansen, hava staðið seg stak væl í kappingum í Danmark, har Rógvi fyri stuttum enntá vann sær fyrstu stigini á altjóða styrkislistanum.


Hóast hetta, so hevur tað enn ikki eydnast føroyingum at vinna nakað gullmerki í súkkling á Oyggjaleikum, men eins og við flestu lutum, so hevur hetta kortini eina góða frágreiðing.

Tað er nevnliga soleiðis, at bæði Isle of Man og Saaremaa hava havt hvør sín sera sterka súkklara við á Oyggjaleikunum, og í øllum førum tær báðar seinastu ferðirnar hava hesir sett seg tungt á gullmerkini.

Hetta merki tó á ongan hátt, at Føroyar ongan møguleika hava havt, tá kappast hevur verið. Rógvi Johansen, sum uttan iva er sterkasti súkklarin hjá okkum, vann silvurmerki á oyggjaleikunum á Gotlandi, og áður hevur tað eisini eydnast liðnum at vinna heiðursmerki í landavegskoyring.


Kenna ikki mótstøðuna

Tá vit frættu seinast, vistu føroysku súkklararnir enn ikki, hvørjir mótstøðumenninir á Isle of Man verða, og tískil er eisini ilt at gita um, hvørjar vónirnar til heiðursmerki eru.

Hava Isle of Man og Saaremaa sínar sterkastu súkklarar við, verður ivaleyst soleiðis, at hinir súkklararnir fara at kappast um silvurmerkini, men verða hesir ikki við, verður tosið eitt heilt annað.

Tá fer tað ivaleyst fyrst og fremst at snúgva seg um, hvørt tað endiliga skal eydnast føroyingum at vinna sær gull fyri fyrstu ferð. Sum sagt er størsta vónin helst knýtt at einkultstartinum hjá Rógva, har hann hevur tikið seg nógv fram síðani 1999, men eisini í liðkoyringini, har liðið er nærum hitt sama sum seinast, tykjast føroyingar at hava góð kort á hondini.


Í kassa fyri seg

Heiðursmerki í súkkling á Gotlandi ?99

Súkkling

Silvur: Rogvi Johansen Landavegssúkkling


Myndir av súkklarum

Sverri Mohr Edvinsson


Jóhann Brend


Bogi Kristiansen


Jákup Johansen


Rógvi Johansen


Gunnar Dahl Olsen