Á fundinum í morgun í Skiftirættinum kom fram, at bústjórin ætlar at afturkalla keypssáttmálan millum Dimmalætting og D Media, sum er eitt nýtt felag, sum Dimmalætting stovnaði, eftir at útgávan av blanum steðgaði.
Ætlanin var at reka blaðið víðari í nýggja felagnum.
Samlaða uppgerðin higartil hjá Sigmund Poulsen vísir, at tað er eitt møguligt samlað virði í trotabúnum eftir Dimmalætting á 270.019 krónur. Hetta krevur tó, at ymisku aktivini verða seld fyri eina positiva høga upphædd.
Skuldin er uppgjørd í priviligerað krøv á 1.382.267 krónur, meðan trotabúgvakrøvini vóru 2.833.797 krónur, ella ein samlað skuld á 4.216.064 krónur.
Somuleiðis varð upplýst, at aktivini eru ætlað seld í januar.
Árni Gregersen, sum átti eitt krav móti D Media á 840.000 krónur, sigur, at hann veit ikki, hvat hann fer at gera, men at hann hevði sett krøvini fram, tí tað var hansara skylda.
Hann ætlar at tosa við bústjóran um, hvat frægast er at gera.
Sum út sær í løtuni fáa trotabúgva kreditorar og starvsfólk einki av innkomnu pengunum.
Avrátt varð, at næsti fundurin í Skiftirættinum verður hósdagin 20. februar 2014 klokkan 09.15.