Mikudagin var ein maður í Nólsoy og royndi eydnuna eftir gomlum náta. Hann hevði leitað sær ein túr niðan í Forna, sum er slættin oman fyri Bergrætt.
Veðrið var gott hesa løtu. Tað var turt og eitt passaliga frískligt lot. Væl av náta var at síggja, at tað gekk væl at skjóta. Fongurin hesa løtu var stívliga 50 nátar.
At síggja mann við byrsu á veiðiferð í Nólsoy er ikki nøkur óvanlig sjón. Enn livir fuglaveiða á bygd, og soleiðis er eisini í Nólsoy.
Á Facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - spyr lesari, nær gamal náti er bestur. Viðmerkjarar eru ymiskir á máli, men flestu tykjast halda, at gamal náti er góður og smakkar væl alt árið.
- Náti er góður alt árið, men hann er bestur tíðliga um várið, sigur ein viðmerkjari. Ein annar sigur, at fuglurin er bestur frá miðjan januar til endan av mars.
Gamal náti er, sum viðmerkjarar á Facebook-síðuni siga, góður døgurðamatur, men skal fuglurin gagnast væl, er neyðugt, at hann verður kókaður leingi, helst einar 2-3 tímar.