Verkfall
Nógvastaðni kring landið eru nógvar vørur faranar at ganga undan, nú verkfallið er farið at draga út.
Eitt nú verður sagt,at neyðsynjarvørur, eitt nú epli, egg, mjøl, melis, wc pappír, og aðrar vørur, av álvara eru uppi nógva staðni, eitt nú í Suðuroy og í Sandoynni.
Men eftir at politiið gjørdi av at rudda vegbyrgingarnar hjá í Kollafirði, í Leirvík og aðrastaðni við, hevur stór ónøgd verið um, at teir partarnir í landinum, har tað er koyrandi, onki merkja til verkfallið, men at aðrir partar ongar vørur skulu fáa.
Hetta førdi um vikuskiftið til, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag gjørdu av at geva einari heilsølu undantaksloyvi til at flyta vørur til handlar í Sandoynni og í Suðuroynni, sum annars ikki hava fingið vørur, síðani verkfallið byrjaði.
Arbeiðsgevarar blokera
Tað var Heilsølan hjá Poul Hansen sum fekk undantaksloyvi til at føra nakrar úrvaldar neyðsynjarvørur til handlar í Sandoynni og í Suðuroynni nú um viskuskiftið.
Harry Benjaminsen, nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at orsøkin til, at ein heilsøla varð vald burturúr, er, at Føroya Arbeiðarafelag vil ikki missa tamarhaldið á støðuni, og verða fleiri heilsølur valdar, er tað so skjótt, at ongin veit, hvørjar vørur verður flutt og til hvønn.
?Vit eru ikki úti eftir at raka vanliga fólkið og vit gera heldur ikki mismun á fólki. Tá ið summir føroyingar fáa vøru, er tað ikki rætt at aðrir ikki skulu kunna fáa tað, sigur Harry Benjaminsen.
Men vørurflutningurin um vikuskiftið varð av ongum kortini, tí nú hava arbeiðsgevararnir lagt seg í buktina og hava forðað fyri, at vøran verður flutt.
? Fleiri heilsølur hava tosað við Arbeiðsgevarafelagið um hetta mál og semja er ímillum heilsølurnar og arbeiðsgevarafelagið um, at arbeiðshátturin hjá fakfeløgunum í hesum máli, kann ikki góðtakast, sigur Jan Mortensen á Vinnuhúsinum.
Tað, sum arbeiðsgevararnir sipa til, er at undantaksloyvi bara er givið einari heilsølu til at føra ávísar vørur til ávísar handlar í Sandoynni og í Suðuroynni.
? Støða okkara er, at antin er fríur vøruflutningur ávísan túr ella ávísan dag til handlar sum mangla vørur, ella eigur eingin at senda vørur, sigur Jan Mortensen.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað er týdningarmikið, at støðan er eins fyri allar vinnurekandi og at Føroya Arbeiðarafelag hevur ongan rætt til at stýra vøruflutninginum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí í skrivi til Føroya Arbeiðarafelag gjørt greitt, at um vøra skal flytast, eigur Føroya Arbeiðarafelag tí í fjølmiðlunum at lýsa, at ávísan túr ella ávísan dag er frítt at flyta vørur til handlarnar, sigur Jan Mortensen.










