Enn kenna tey ikki orsøkina til ógvusligt ferðsluóhapp

Nógv vitni eru avhoyrd og nú ganga tey ígjøgnum frágreiðingarnar

 

Enn veit løgreglan ikki, hvussu tað ógvusliga ferðsluóhappið í Syðrugøtu í gjáramorgunin, hendi. Óhappið hendi á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu, har tríggir bilar stoyttu saman. Trý fólk fóru á Landssjúkrahúsið og allir tríggir bilarnir fóru so illa, at teir vóru vrak.

Løgreglan sigur, at síðani hava tey avhoyrt eini tíggju vitni og nú eru tey í ferð við at gjøgnumganga frágreiðingarnar. Sostatt hava tey ikki enn fingið greiði á, hví óhappið hendi, men tey siga, at alt bendir á, at tað byrjaði við eini yvirháling. Men hvat síðani hendi, bíða tey við at gera sær nakrar metingar um til frágreiðingarnar eru lgjøgnumgingnar.