Enn hava gestirnir á Mølini ikki fingið fult

Men tað hevur heldur ikki gingið nakað serligt hjá heimaliðnum, sum í sjey av níggju royndum á heimavølli bara hevur fingið eitt stig burturúr

Meistararnir úr HB vitja longu seinnapartin í dag á Mølini á Eiði. Liðini hava tvær ferðir fyrr í ár dystast. Báðu ferðirnar hevur tað verið í Gundadali, og báðu ferðirnar hevur HB verið greitt omaná. Hóast fínar málmøguleikar, so hevur EB/Streymur ikki megnað at skjóta mál móti HB, sum hevur vunnið 4-0 og 3-0.
Higartil í ár hevur einki mótstøðulið megnað at koppa EB/Streymi á Mølini. Men tað hevur heldur ikki gingið nakað serligt hjá samansetta liðnum at fáa fulla úrtøku á heimavølli. Í níggju landskappingardystum á heimavølli hevur tað tvær ferðir eydnast EB/Streymi at vunnið. Fyrst vunnu teir 1-0 á KÍ, og so vunnu teir stórsigur 6-1 á VB. Í hinum sjey royndunum er tað endað javnt.
EB/Streyma menninir droyma framvegis um fyrstu heiðursmerkini. Um tað skal eydnast at røkka teimum, so hava teir knívin á barkanum hesa ferð. Manningarliga eru teir á heimaliðnum hampuliga væl fyri. Jákup Martin Joensen fer at fáa dystarvenjing á næstbesta liðnum, og Knút Vesturtún, sum seinastu ferðirnar hevur verið stinnur miðvallari í høgru, er ivasamur orsaka av skaða. Arnbjørn Hansen hevur spælt nógv seinastu ferðirnar, men tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur í dag. Mikukvøldið varð hann skaddur í unglingadysti í Runavík.
Hjá HB er tað einki sum eitur. Um teir skulu hugsa um at endurvinna FM heitið, sum teir hava havt patent uppá tríggjar tær seinastu ferðirnar, so mugu teir fáa fult í dag.
Heine Fernandez er tøkur aftur eftir leikbann, og so er spurningurin, hvat HB venjarin ætlar at gera við Una Arge. Sjálvur sigur gamli málrevurin, sum sunnudagin spældi í tjúgu minuttir og eftir bara lítlari løtu skoraði fínt mál, at hann roknar ikki við meiri spælitíð enn henni, sum verður tillutað innskiftara, sum kanska skal hjálpa til.
Verjuleikarin Johannis Joensen fekk skaða í oddadystinum móti B36 fyri trimum vikum síðani, men hann er byrjaður at venja aftur. Í HB rokna teir tó ikki við, at Johannis verður við á Eiði í dag.