?Eg fekk játtanina sendandi við postinum mánamorgunin, og tað kom óvart á meg, tá eg sá hvussu lág hon var. Satt at siga hevði eg væntað, at játtanin fór at vera hægri enn í fjør. Í staðin vóru tað einar 400.000 kr. eftir reyv, greiðir Fritleif Henriksen, kvøldskúlaleiðari frá. Bara lønarhækkingarnar kosta 100.000 kr.
Hann sigur seg vera greiðan yvir, at støðan er ring, men hann ikki hevði væntað, at hon var so katastrofal.
Eingin serundirvísing
Lógin sigur, at kommunan og landið eiga rinda hvør sína helvt av vanligu kvøldundirvísingini.
Eftir útrokningunum, verður tann upphæddin 700.000 í part til land og kommunu at rinda.
Umframt helvtina av vanligu undirvísingini, skal landið eisini gjalda alla serundirvísing fyri menningar- og rørslutarnað og alla próvtøkuundirvísing.
Men játtanin, sum Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúli nú hevur fingið frá landinum, røkkur ikki so mikið sum til vanligu kvøldundirvísingina. Og tað kemur at merkjast onkustaðni.
? Hóast eg ógvuliga treyðugt vil, so verði eg nú noyddur at skera alla serundirvísing burtur. Undirvísingin fyri tey menningar- og rørslutarnaðu má at kalla strikast, staðfestir Fritleif Henriksen.
Hann sigur, at hann kanska fær bjargað einum brotparti av teimum menningar- og rørslutarnaðu, við at umskipa tey soleiðis, at tey koma undir heiti frítíðarvirksemið í staðin fyri serundirvísing. Á tann hátt kemur kommunan nevniliga at gjalda helvtina av kostnaðinum.
? Tey, sum hava verið her leingi, kunnu kanska umskipast á tann hátt. Men tað er bert ein lítil brotpartur av øllum. Restina fái eg einki gjørt við, sigur ein sera harmur kvøldskúlaleiðari.
Sum skilst, hevur serundirvísingin verið ein sera vælumtóktur partur av kvøldskúlanum. Tað hevur serliga verið ítóttur, ið hevur verið á skránni.
Men nú verða tilboð sum svimjing fyri giktsjúk og menningartarnað, fimleikur fyri hjartasjúk og ítróttur fyri autistar neyvan longur at finna á Kvøldskúlanum í Havn.
Próvtøkuundirvísingin, sum landið eisini eigur at bera kostnaðin av, er longu strikað, hóast tey skeiðini eisini vóru sera vælumtókt.
Fleiri sparingar
Umframt, at ser- og próvtøkuundirvísingin nú verður strikað, verður kvøldskúlaleiðarin eisini noyddur at skava av vanligu kvøldundirvísingini.
? Parturin, sum landið skal gjalda av vanligu frítíðarundirvísingini, er 700.000 kr. Men øll játtanin tilsamans er ikki hægri enn 642.000. So har eru knappar 60.000 kr., sum resta í, bara til vanligu kvøldundirvísingina. Tær mugu sparast onkustaðni, staðfestir Fritleif Henriksen.
Hann sigur, at allar umsóknirnar ikki eru komnar inn enn, so hann veit ikki enn, hvørjar lærugreinir mugu rúka.
? Eg eri noyddur til at seta lýsingarnar um ymisku skeiðini í bløðini, longu áðrenn eg fái at vita, hvør mín partur av játtanini er. Annars verður tað so leingi, áðrenn undirvísingin kann byrja. Um vit skulu bíða við at lýsa inntil eftir vit hava fingið játtanina seinast í september, og síðani skulu hava eina tekningarfreist, og síðani skulu fara at skipa ymisku skeiðini, ja, so eru bert einar 6 vikur eftir inntil jóla, tá skeiðið skal enda. So tí eru vit noydd at lýsa áðrenn játtanin er fingin, greiðir Fritleif frá.
Hann sigur, at hann ikki vil strikað tey best umtóktu skeiðini, og at hann tí fer at bíða við at strika nakað skeið, inntil allar tilmeldingarnar eru komnar inn.
? Eftir 1. oktober taka vit ikki ímóti fleiri tilmeldingum. So hvørt, sum skeiðini verða fullteknað, verða tey sett í gongd. Tey skeið, sum minst av áhuga er fyri, verða so strikað, tíverri, sigur Fritleif.
Hann leggur afturat, at hann hvønn dag hevur eina fulla postsmogu av tilmeldingum, so áhugin fyri kvøldskúlanum er ikki minkaður við játtanini frá landinum.
Vanligvís hevur kvøldskúlin eini 2700 næmingar árliga. Nú verður talið munandi minni, orsakað av sparingunum.
Umhugsið kvøldskúlan
Fritleif heldur, at um landið ikki hevur ætlanir um halda lógina, um hvør skal gjalda hvat, so átti lógin kanska at verið endurskoðað.
? Nú hava vit skorið so langt inn á bein í royndum at spara. Og nú verði eg noyddur at amputera so alvorligt, at spurningurin er, um ikki landið átti at endavent hasi lógini, sigur Fritleif.
Hann heldur, at landsins leiðsla átti at havt dirvið til at tikið lógina um frítíðarundirvísing av, um ikki ráð eru til at hava hana allíkavæl.
? Fólkagrundarlag er fyri at hava kvøldskúlan í Havn, tað er so heilt vist. Í fyrstu atløgu eru tað borgarar úr Suðurstreymi, ið hava atgongd til skúlan. Men um skeiðini ikki verða fullteknað, eru tað sera nógvir borgarar úr Norðurstreymi, Vágoynni og Eysturoynni, ið gera brúk av eyka plássunum, greiðir Fritleif frá.
Tí rakar tað ógvuliga nógv fólk, tá kvøldskúlin er fyri so ógvusligum sparingum.
Fritleif Henriksen sigur, at hann nú fyrst fer at práta við tey ymisku, sum stíla fyri skeiðunum um hvat skal gerast.
? Landið hevur ikki goldið sín part av rokningini, og tí havi eg ongar pengar. Eg havi ongan møguleika at skaffa pening aðrastaðis frá, so eg havi einki annað val enn at strika nógv av skeiðunum, tíverri, sigur Fritleif Henriksen at enda.