Bretsku myndugleikarnir søgdu í dag, at 1.200 hermenn afturat hava fingið at vita, at teir skulu arbeiða sum trygdarfólk undir teimum olympisku leikunum í London. Sambært tíðindastovuni Sky merkir hetta, at næstan 18.000 bretskir hermenn skulu til arbeiðis í sambandi við leikirnar.
Upprunaliga skuldi felagið G4S loysa eftirlits- og trygdaruppgávurnar í sambandi við teir olympisku leikirnar, men tað hevur víst seg, at felagið hevur alt ov lítið av fólki til hetta. Ein talsmaður fyri stjórnina sigur tó, at G4S hevur fingið fleiri fólk afturat, men at tað kortini varð mett neyðugt at senda boð eftir 1.200 hermonnum afturat.
Teir olympisku leikirnir verða settir fríggjadagin, og í hesum døgum streyma ítróttafólk og áskoðarar í túsundatali til London.










