Tá skoytibreytin bleiv sett upp á undan jólum 2016, gjørdi Tórshavnar kommuna nøkur nýggj parkeringspláss á Vaglinum, framvið Tinghúsvøllinum. Samstundis bleiv ferðslan í miðbýnum broytt, so at koyrast kundi av Vaglinum og niðan eftir Niels Finsens gøtu niðan til Sverrisgøtu.
Óvist er, um hetta bara skuldi vera ein fyribils loysn ella ikki, men hvussu er og ikki, so hava parkeringsplássini verið standandi. Til nú.
Í vikuni hevur Tórshavnar kommuna strikað parkeringsplássini aftur. Málað er yvir strikurnar, so nú er ikki longur loyvt at seta bilin fram við Tinghúsvøllinum.
Vit ætlaðu at spyrja Tórshavnar kommunu um hesa boytingina, men har er eingin, sum kann svara okkum fyrr enn mánadagin.