Enn ber ikki til at siga um vit sleppa at halda ólavsøku í ár. Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi. Í morgun komu tey nýggju korona-tilmælini hjá landsstýrinum og nú er støðan tann, at tað kunnu verða 500 fólk saman í einum skipaðum bólki. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er skjótt og ómakaleyst at fáa samband við tey, sum eru til staðar, skuldi onkur í bólkinum verðið smittað.
LES MEIRI HER: Her eru nýggju tilmælini um koronu
Men enn er ógreitt, hvussu verður við summarstevnunum, og tónleikafestivalunum, har væl fleiri enn 500 fólk samlast, og har talan ikki er um skipaðar bólkar. Bárður á Steig Nielsen sigur, at enn er ov tíðliga at taka støðu til, hvussu verður við teimum í summar.
Seinast, tíðindafundur var um koronu, staðfesti Bjarni á Steig, ráðgevari í koronu, at tann størsti smittuvandin nú, eru stór tiltøk, har útlendskir gestir eisini eru, og tað er ofta støðan á festivalum.
Ein festivalur er ein stórur, óskipaður bólkur, har eisini útlendingar eru við. Hóast smittuvandin er nógv minni uttandura, enn innandura, er tann størsti vandin nú, at fólk, koma til Føroyar, og verða kannað á markinum, men at tey so fara beint á ein festival, legði hann afturat.
– Eg vildi ynskt at eg kundi hava eina greiða fráboðan í morgun um stevnurnar og festivalarnar, segði løgmaður við FM1 nú á miðdegi. Men hann sigur, at heilsumyndugleikarnir hava nøkur fyrivarni og tí vilja teir hava eitt sindur av tíð afturat at viðgera tann spurningin.
Hann sigur, var smittuvandin av ymsum variantum av koronu, er ikki av. Og variantarnir hava tað við sær, at teir smitta, har tað ber til, eisini ímillum ungfólk, sum tað eru nógv av á festivalum. Tí væntar løgmaður ikki, at tað verður fyrr enn um nakrar vikur, at nøkur avgerð verður tikin um festivalarnar og summarstevnurnar.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiá frá á FM1