Enn er óvist, um sjúkrahúsini, og heilsuverkið annars, fer at verða rakt av verkfallið. Seinnapartin í gjár varð greitt, at samráðingarnar ímillum Sjúkrarøktarfrøðingarnir og Fíggjarmálaráðið um ein nýggjan sáttmála, slitnaðu endaliga, tí tá góvust semingsmenninir við royndini at finna eina semju.
Sostatt er sáttmálaloysi og tískil kunnu sjúkrarøktarfrøðingarnir boðað frá verkfalli nær tað skal vera. Tær hava kortini eina fráboðanarfreist upp á 48 tímar, so boða tey frá verkfalli í dag, verður tað ikki veruleiki fyrr enn leygardagin.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at enn er eingin niðurstøða. Tey viðgjørdu málið í allan gjár og viðgerðin heldur fram í dag – og hon væntar at tað verður í allan dag.
– Hendan støðan er so álvarslig, at tað skal hvør steinur vendast, sigur hon. Tað merkir, at tey viðgera allar møguleikar, áðrenn ein støða verður tikin og enn ber sostatt ikki til at siga um úrslitið verður, at tað verður verkfall, ella hvussu umfatandi eitt møguligt verkfall verður.
Hvørjir aðrir møguleikar kunnu vera, sigur hon einki um, uttan tað, at støðan er so álvarsligt, at hon skal viðgerast út í æsir. Tað er nevndin í felagnum, sum hevur fund um støðuna, men talan kann eisini verða um at kalla álitisfólkini til fundar at viðgera støðuna, sigur Óluva í Gong.
Vit hava meiri seinni











