Tað eru eingi serlig útlit til, at starvsfólkini, sum mistu starvi á flogvøllinum í kjalarvørrinum á korona, fáa arbeiðið aftur enn á sinni.
Tað skilst á øllum brøgdum, nú Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur svarað einum spurningi frá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um viðurskiftini á flogvøllinum.
Tá ið korona legði alla flogferðsluna lamna, segði Vága floghavn 20 fólkum úr starvi fyri at forða fyri, at fíggjarliga grundarlagið verður tikið undan flogvøllinum.
Í hesum sambandi hevur Vága Floghavn mett um, hvussu flogferðslan ímillum Føroyar og umheimin fer at vera fram til árslok 2021. Metingarnar byggja á samskifti við tey flogfeløg, sum brúka Vága Floghavn, og á altjóða metingar av flogferðsluni komandi árini.
– Út frá metingunum hevur floghavnin mannað seg til tann miðaltørvin, sum kann væntast at verða tað næsta hálvtannað árið, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at talið á starvsfólkum verður støðugt lagað til flogferðsluna tær ymsu árstíðirnar. Men hóast ferðslan nú spakuliga veksur aftur, hevur tað ikki við sær, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum fyribils.
Tað vanliga er, at flogferðslan er størri frá juni til august um summarið, enn hon er restina av árinum. Soleiðis verður eisini í ár – men talið á flogførum fer at verða munandi lægri í ár enn tað hevur verið um somu tíð tey undanfarnu árini.
Í ár er væntandi, at talið á ferðafólkum ikki verður meiri enn eini 30 – 40 prosent av tí tað var í fjør, sigur, landsstýrismaðurin.
Hann leggur afturat, at í løtuni er óvist, nær flogferðslan kann væntast at koma uppá støði, sum hon hevur verið undanfarin ár og tí ber heldur ikki til at siga, nær flogvøllurin aftur fer at seta fleiri fólk í starv, ella um tey fara at seta fleiri fólk í starv aftur yvirhøvur.