Enn er óvist hvussu stórur avslátturin verður

Enn vita vit ikki, hvussu stórur avslátturin verður. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Og tað sigur hann, nú Løgtingið hevur samtykt at játtað Strandferðsluni tvær milliónir krónur við tí endamáli at lækka prísin á ferðaseðlum hjá fólki, sum búgva á oyggjunum, sum ikki hava fast samband við meginøkið.

 

Løgtingið ætlar, at peningurin skal røkka til at lækka ferðaseðilin 20 prosent. Men Hilmar Eliasen sigur, at enn hava tey á Strandferðsluni ikki roknað seg fram til, hvussu langt hendan upphæddin í roynd og veru, fer at røkka.

 

Hann sigur, at tað er ikki Strandferðslan, sum hevur biðið um at fáa tvær milliónir til at lækka prísin á ferðaseðlum fyri. Hetta er sostatt eitt politiskt ynski burtur av, men av tí at Strandferðslan einki visti um hetta, hava tey heldur ikki nakra meting av, hvussu langt hetta røkkur.

 

Tað, Løgtingið hevur samtykt, er, at »Raðfestar verða tvær milliónir krónur, svarandi til 20 prosent lækking av ferðaseðlaprísum hjá teimum, ið búgva á oyggj sum ikki hevur fast samband«

 

Hilmar Eliasen sigur, at nú fara tey at seta seg í sambandi við landsstýrismannin Samferðslumálum fyri at fáa fulla greiði á, akkurát, hvussu hetta skal skiljast. Og tá ið tey hava fingið greiði á tí, fara tey so at rokna út, hvussu stórur avslátturin kann vera.

 

Men hann leggur afturat, at hann væntar fyri vist, at avslátturin fer bara at umfata ferðafólk til gongu. Hann sær nevniliga ongan møguleika fyri, at prísurin fyri at ferðast við bili, fer at lækka, tí skal tað verða, skulu heilt aðrar upphæddir á borðið.