Samferðsla
?Skal nýggja suðuroyarskipið hava fast atløgupláss í Havn, verður tað við Bursatanga.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, staðfestir einaferð enn, at nógv umstrídda útbyggingin við Burstanga í Havn er einasti møguleiki at útvega nýggja suðuroyarskipinum fast atløgupláss í Havn.
Fundur hevur nú verið ímillum Býráðið, Strandferðsluna, Vinnumálaráðið og Landsverkfrøðingin um møguleikarnar at gera nýggja suðuroyarskipinum fast atløgupláss í Havn.
Fundurin kom í lag eftir at bæði Landsverkfrøðingurin, Strandferðslan og Løgreglan hava funnist at ætlanunum, sum Tórshavnar Býráð nú er í holt við og har endamálið er at geva bæði nýggju Norrønu og nýggja Suðuroyarskipinum fast atløgupláss við Bursatanga í Havn.
Sagt hevur verið, at hetta fer at føra til stórar ferðslutrupulleikar í Havn. harafturat er tað ein fortreyt fyri útbyggingini, at dýpt verður framvið Tinganesi, men Landsverkfrøðingurin heldur ikki, at tað kann gerast, samstundis sum trygd verður veitt fyri, at hellan omaná ikki eisini skalast.
Jan Christiansen, sigur, at á fundinum førdi Býráðið fram, at skal nýggja Suðuroyarskipið hava fast atløgupláss í Havn, er ongin møguleiki enn við Bursatanga, soleiðis sum ætlanin er við útbyggingini.
Hann leggur einaferð enn dent á, at nýggja Suðuroyarskipið kemur avgjørt í aðru røð, tí Tórshavnar Havn hevur nógv onnur skip, sum kasta nógv meiri av sær og tey verða tískil tikin framum.
Men hann heldur framvegis, at tað ber væl til at gera trygt atløgupláss til nýgja suðuroyarskipið við Bursatanga.
Kunnu saktans loysast
Hann sigur, at tíverri hava fólk fingið tað fatan, at ætlanin er at sprongja burturav Tinganesi. Men tað er ikki ætlanin. Tað, sum verður sprongt, er fleiri metrar úr landi og fleiri metrar undir sjónum, so tað skemmir ikki Tinganes tað allarminsta.
Hinvegin heldur hann, at á fundinum ásannaðu allir partar, at ferðslutrupulleikarnir verða ikki størri enn so, enn at teir saktans kunnu loysast.
Jan Christiansen sigur, at tað letur seg væl gera at tvífaldað talið á perkeringsplássum við ferjurnar. Tað kann gerast við a flyta bygningar ella við at gera eitt parkeringshús.
? Men tað kostar pening og tí má tað verða ein partur í eini langtíðarætlan og hetta er arbeiði, sum kunnu gerast, so hvørt tað vísir seg at vera neyðugt tá ið trupulleikar stinga stinga seg upp. Men tað er ongin orsøk at leypa framav.
? Norrøna kemur í mars, lat okkum so síggja, hvussu tað gongur og taka støðu eftir tí. Um hálvtannað ár kemur nýggja suðuroyarskipið, so meta vit málið av nýggjum einaferð afturat alt eftir, hvussu støðan verður tá.
Borgarstjórin sigur, at tekur Strandferðslan, ella Landsstýrið, ikki av hesum tilboði, verður nýggja Suðuroyarskipið taka til takkar við at verða lagt har pláss er.
? Men tað er neyvan nøktandi hjá suðuroyingum og tað er heldur ikki nøktandi hjá okkum, Tí Tórshavnar Havn vil fegin veita Strandferðsluni so góða tænastu, sum gjørligt.
Annars ivast hann í, um tað fer at bera til at leggja nýggja Suðuroyarskipið út eftir Molanum, ella í Skansabryggjuni, tí tað er arbeiðsøki og loyvi verður neyvan givið til at hava ferðafólk og bilar av suðuroyarskipinum og tungan flutning við trukkum hvørt um annað.
Annars endaði fundurin við, at eitt umboð fyri Býráðið, Strandferðsluna, Landsverkfrøðingin og Vinnumálastýrið, vórðu sett í ein arbeiðsbólk at arbeiða víðari við málinum.
MYND AV HAVNAÙTBYGGING
Tórshavnar Havn hevur framvegis bara ein møguleika at geva nýggja suðuroyarskipinum atløguplás og tað er har, vit byggja út nú. Taka Strandferðslan og Vinnumálaráðið ikki av, gerst ikki við, sigur Jan Chiristiansen, borgarstjóri