Enn er ikki greitt, nær Føroyar aftur fáa fastan sendimann í Keypmannahavn.
Tað upplýsti Poul Michelsen, landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum, fyri Løgtinginum í áðni.
Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri sambandsflokkin, hevur fleiri ferðir reist spurningin um at fáa fastan sendimann í Keypmannahavn, og aftur í morgun vildi hann hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu landið liggur.
Føroyar hava ikki havt fastan sendimann í Keypmannahavn í eina tíð, eftir at sendimaðurin varð tikin heim, her hann fyri ein part hevur arbeitt við at fyrireika føroyskar sendistovur í Fjareystri. Tó hevur hann javnan verið í Keypmannahavn, tá ið tørvur hevur verið á tí.
Poul Michelsen sigur, at hvussu verður við sendistovum, veldst alt um, hvussu nógvan pening, Løgtingið er sinnað at játtað til endamálið.
Í ár er ætlanin annars at lata føroyska sendistovu upp í Beijing, høvuðstaði Kina.
Jørgen Niclasen, løgtuingsmaður fyri Fólkaflokkin, heldur ikki, at tað er neyðugt at Føroyar hava eina sendistovu í Keypmannahavn, tí tað kostar fleiri milliónir um árið, og sambandið ímillum Danmark og Føroyar gongur aðrar vegir.