Enn er tað bara lokalt í Fuglafirði

Betri deildin menn: Pól Jákup Lundsbjerg hevur gjørt ein sáttmála við ÍF fyri komandi kappingarár

Pól Jákup Lundsbjerg hevur gjørt ein sáttmála við ÍF fyri komandi kappingarár. Hann er ein av fleiri lokalum, sum hava skrivað undir fyri komandi kappingarár.

 

- Enn ein lokalur skrivar undir. Pól Jákup Lundsbjerg hevur gjørt ein sáttmála við ÍF fyri komandi kappingarár. Vit gleðast um at ungi, evnaríki og orkuríki bakkurin heldur fram, skribar ÍF.

 

Aleksandar Jovevic heldur fram sum venjari, men verður nú settur fulla tíð. Av øðrum kunnu nevnast Gundur E. Petersen og Tóri N. Olsen, men enn restar nakað í einum fullum hópi.