Enn er støða ikki tikin til, hvussu koyringin hjá Bygdaleiðum verður skipað, tá ið Sandoyartunnilin er tikin í brúk. Støða er heldur ikki tikin til, hvussu verður við siglingini út í Hest.
Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu støðan verður, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur.
Landsstýrismaðurin sigur, at Strandferðslan er farin at fyrireika koyringina Bygdaleiðum til og úr Sandoynni, tá ið tunnilin er tikin í brúk. Enn er óvist, hvat ferðaseðilin fer at kosta, men endamálið er at samskipa Bygdaleiðir í sambandi við Sandoynna, við ruturnar í restini av landinum fyri at fáa tær at passa saman.
Uni Rasmussen sigur, at 1. februar er ætlanin at hava eitt uppskot klárt um eina ferðaætlan fyri Bygdaleiðir.
Samstundis verður arbeitt við at leggja ferðasambandið út í Hest til rættis. Men tað skilst, at tað verður ikki Teistin, sum fer at sigla, tí landsstýrismaðurin sigur, at hann er ov stórur, og ov dýrur í rakstri, tá ið hugsað verður um talið á ferðafólki, sum fer at ferðast ímillum Gomlurætt og Hest tá ið siglingin upp á Sandoynna heldur uppat. Strandferðslan hevur víst á, at tað er brúk fyri einum minni skipi á leiðini, sigur Uni Rasmussen.
Hann sigur, at Strandferðslan hevur samskift við fólk við tilknýti til Hestoynna, um at koma við einum tilmæli um, hvussu ferðasambandið kann skipast í framtíðini.
Eitt uppskot er komið, og tað verður tikið við í arbeiðið at leggja rutusiglingina til rættis. Strandferðslan bíðar eisini eftir einum áliti frá Tórshavnar kommunu um hvat tey kundu hugsað sær, og tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur ábyrdina av havnarlagnum í Hesti.
Sostatt ferður rutusiglingin løgd í samskifti til fólk í Hesti og við Tórshavnar kommunu, sigur Uni Rasmussen.