Útbygging í Havn
Í Tórshavnar Býráði er tey nú at álvara farin at ótolnast.
Tað, tey ótolnast eftir, er einum svari úr vinnumálaráðnum um, hvussu stóran part av havnaútbyggingini í Havn.
Nú bæði nýggj Norrøna kemur næsta ár og nýggj suðuroyarferja í2004, er tað neyðugt at byggja Tórshavnar Havn út fyri næstan 70 milliónir, skulu bæði skipini fáa ligið í høvuðsstaðnum í senn, sum ætlað.
Men Tórshavnar Kommuna vil ikki betala alla útbyggingina sjálv. Kommunan heldur, at tað er rætt, at landið betalir ein part av kostnaðinum, tí talan er fyri ein part um eina samferðsluhavn, sum landið hevur ábyrgdina av.
Hann vísir á, at í Vági hevur landið gjørt av at betala ein part av ætlaðu havnaútbyggingini, tí talan verður partvís um eina samferðsluhavn.
Í fleiri mánaðir hevur samskifti verið við Vinnumálaráðið um, hvussu stóran part av útbyggingini, tað almenna skal bera, men enn er ongin avgerð tikin.
Og tað harmar borgarstjóran, Jan Christiansen.
Hann ger samstundis greitt, at Tórshavnar Kommuna fer ikki einsamøll at gera samferðsluhavn til Suðuroyarskipið.
?Og nú er tað drigið so langt út, at eg eri farin at ivast í, um landsins myndugleikar meina tað í álvara, tá ið teir siga, at ætlanin er, at skipið skal hava fast bryggjupláss í Havnini.
Jan Christiansen sigur, at fæst ongin avtala í lag, verður heldur onki atløgupláss gjørt til suðuroyarskipið, og so mugu ferðafólk og vinnulív góðtaka, at skipið verður fluttur aftur og fram og lagdur, har pláss er, einaferð í krókinum við Skipafelagið, eina aðru ferð úti á Molanum og triðju ferð á Vestaru Bryggju.
Tað er nevniliga ongin ivi um, at av Norrønu og nýggju suðuroyarferjuni, verður tað Norrøna, sum fær fyrstarætt til atløgupláss í Havn.
?Norrøna kastar nógvan pening av sær til Tórshavnar Havn, so tað er ongin ivi um, at hon verður tikin framum nýggja Suðuroyarskipið, so tá í bæði skipini koma á Havnina ísenn, verða tað suðuroyingarnir, sum mugu víkja.
Jan Chiristiansen heldur, at málið hevur drigið alt og leingi út. hann harmast um, at ongin avgerð er fallin enn, tí skjótt verður farið at leggja fíggjarætlanina fyri komandi ár og tá er gott at vita, hvat útgangsstøðið verður.
MYND AV Tórshavnar havn
Í løtuni byggir Tórshavnar Kommuna út so at Norrøna fær lagt at. Men tíðin styttist til nýggja suðuroyarskipið eisini kemur, so tað verður neyðugt at halda fram, men enn er ongin avgerð tikin um, hvussu nógv Landið er sinnað at gjalda









