- Eg vil siga, at støðan so smátt batnar alla tíðina, men at tað enn er langt eftir á mál.
Tað sigur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað, tá hon verður spurd um hvussu støðan er hjá teimum, ið bera brek í Føroyum í dag í samband við, at tað í dag er Altjóða Brekdagur.
Serliga fegnast forkvinnan um, at tað er vorði lættari hjá fólkum, ið bera brek, at fáa starv í føroyska samfelagnum.
- Fólk, ið bera brek, hava lættari atgongd til arbeiðsmarknaðin við skipanini hjá Almannaverkinum. Tað eru nógv fólk, ið seinastu árini hava fingið starv gjøgnum tí skipanina, sigur Barbara á Tjaldrafløtti.
Sum heild metir forkvinnan, at føroyingar eru raskir at lurta og gera nakað við at betra um umstøðurnar, so at fólk, ið bera brek, hava eins møguleikar og onnur í samfelagnum. Serliga ítróttafeløgini eiga alt rós uppiborið.
- Um tað er eitt øki í samfelagnum, ið veruliga hevur tikið væl móti fólkum, ið bera brek, so eru tað ítróttafeløgini. Tað er týdningarmikið, at fólk, ið bera brek, eru virkin, og tað eru nógv ung og børn, ið bera brek, ið íðka ítrótt, sigur forkvinnan í Ráðnum fyri brekað.
Men tað eru eisini onnur økir har felagið eftirlýsir batar.
- Til seinasta kommunuval heittu vit á valstýrini at skipa so fyri, at umstøðurnar til fólk, ið bera brek, vóru nøktandi. Kortini vóru tað støð har umstøðurnar alt annað enn góðar, m.a. á Argjum og í Hvalvík, vísir Barbara á Tjaldrafløtti á.
Harumframt hevur felagið fleiri ferðir heitt á Kringvarpið um at teksta teirra tilfar, men eisini har gongur tað striltið.
- Serliga í samband við valsendingar manglar stovnurin at taka hædd fyri teimum, ið eru tunghoyrd. Tað eru fleiri túsund føroyingar, ið eru hoyritarnað, og fáa einki við av tí, ið verður sagt, sigur forkvinnan, og vísir á, at í DR hevur man ein persón, ið hevur til ábyrgd at tryggja, at alt tilfar lýkur treytirnar soleiðis, at øll fólk eru javnsett.