Enn er jóansøkuveðrið lovandi

Hóast danska veðurstovan boðar frá regni komandi dagarnar, letur til at leygardagurin verður sera góður.

Eitt hágtrýst við Ísland flytir seg so við og við í ein landnyrðing í Grønlandshavið. Komandi dagarnar flyta fleiri brúgvaløg við regni seg yvir Føroyar úr suðri.

 

Í dag verður eitt lot til andøvsgul av norði, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og mest skýggjað, men í støðum sólglottar. Hitin um 10 stig. Um náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skýggjað, men turt. Hitin millum fimm og átta stig.

 

Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum veskur upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað, og út á seinnpartin regn av suðri. Um kvøldið og út á náttina eitt andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum minkar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men sum náttin líður slítur í. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Leygardagin verður eitt lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og regn í støðum, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina um 10 stig.

 

Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í eitt andøvsgul upp í eins strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og seinnapartin regn av suðri. Um náttina eitt lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað, men sum frá líður minni regn. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og támut fyrrapartin, men yvirhøvur turt, kanska skínur sólin seinnapartin. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum snarar í ein landsynning og øtlar til eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi. Fyrrapartin sól í støðum, men annars skýggjað og seinni regn. Hitin millum 10 og 13 stig.