Í síni ársfrágreiðing á landsfundinum í dag vísir Jan Højgaard á, at enn hevur eingin seming verið um nýggjan sáttmála, og enn hevur eingin lýst verkfall ella verkbann. Klokkan 10 í morgun varð landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag settur í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Havn.
Pláss var gjørt fyri 100 monnum, men hølini vóru ikki fullsett, tá fundurin byrjaði.
Føroya Fiskimannafelag hevur í ár gjørt av, at fjølmiðlar sleppa ikki at fylgja landsfundinum, men Portalurin hevur fingið eitt eintak av ársfrágreiðingini hjá felagsformanninum, Jan Højgaard.
Í ársfrágreiðingini viðger formaðurin eitt nú sáttmálasamráðingarnar, sum í løtuni eru við Føroya Reiðarafelag.
Her verður víst á, at høvuðskravið hjá Reiðarafelagnum er, at allur flotin skal hava nettosáttmála, eins og reiðararnir vilja, at býtisprosentini lækka.
Í síni frágreiðing vísir Jan Højgaard á, at enn hevur eingin seming verið millum partarnar, og enn hevur eingin lýst verkfall ella verkbann.
- Hvat, ið fer at henda við sáttmálanum, veit eg ikki, men eg kundi hugsað mær, at landsfundurin tók spurningin um nettosáttmála upp, segði Jan Højgaard.
Seinni á landsfundinum í dag kemur eisini eitt uppskot til viðgerðar, har tvær sóknir skjóta upp, at Føroya Fiskimannafelag tekur seg úr samstarvinum í Samtaki.