Tað eru eingi tekin um, at nakar vandi er á ferð í føroyska bankaheiminum. Tað sigur Váðaráðið, sum nú hevur havt fund um støðuna.
Í eini fráboðan í dag staðfeta tey, at útlánini úr bankunum veksa alsamt, men at tey halda eyga við, hvussu skjótt tey vaksa.
Útlánini veksa skjótari enn bruttotjóðarúrtøkan, men kortini eru tey væl minni enn tey vóru áðrenn undanfarnar kreppur. Í 2018 vuksu útlánini skjótari enn búskapurin, og tí eygleiðir Føroya Váðaráð útlánsvøksturin í føroyskum peningastovnum.
Útlán til vinnuna sum heild, vaksa ikki merkisvert, men útlánsvøksturin er stórur í einstøkum vinnugreinum, eitt nú í byggivinnuni.
Útlán til kommunur, og almennar fyritøkur, eru ikki til so stóran vanda fyri peningastovnarnar sum útlán til privat, men sum støðan er nú, er tað ikki sagt, at tað er skynsamt at hækka útlánini til tað almenna.
Føroya Váðaráð heldur, at sum støðan er nú, eigur fíggjarpolitikkurin ikki at stimbra upp undir eftirspurningin í búskapinum.
Útlán til vinnuna eru javnt býtt millum ymsar vinnugreinar. Tá ið útlán hjá peningastovnum ikki eru miðsavnað í einstøkum vinnum, eru peningastovnarnir heldur ikki so viðkvæmir fyri afturgongd í einstøkum vinnugreinum.
Sethúsaprísirnir halda fram at vaksa og seinastu tíðina eru tað serliga prísirnir í størri bygdunum, sum eru nógv hækkaðir, men sethúsaprísirnir hækka eisini í Tórshavn, sigur Váðaráðið.











