Enn er eingin semja – royna aftur seinnapartin

Enn er eingin semja funnin í sáttmálastríðnum millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið øðru megin og tey fakfeløgini á almenna arbeðsmarnaðinum hinumegin, Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Partarnir skuldu svarað upp á seinasta semingsuppskotið fyri klokkan 23 í gjárkvøldið.

Nakað eftir midnátt segði Petur Zachariasen, semingsmaður, at teir høvdu tikið semingsuppskotið aftur fyri at royna at loysa eina krúllu.

Sum skilst eru partarnir farnir hvør til sítt fyrr í morgun fyri at møtast aftur seinnapartin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Havn.

Sambært Kringvarpinum er tað eitt av fakfeløgunum, sum ikki kann góðtaka semingsuppskotið.