Enn er eingin avgerð um skúlastjóran í Vestmanna

Og ætlanin at siga varaskúlastjóran upp, gongur sína gongd

Skúlaviðurskiftini í Vestmanna hava verið ógreið í nakrar mánaðir

Enn er ógreitt, hvussu verður við leiðsluviðurskiftunum í Vestmanna skúla. Í summar skrivaðu teir allarflestu lærararnir undir eitt mótmæli, ella ein neyðarróp, sum teir sjálvir søgdu, ímóti leiðsluháttinum hjá skúlastjóranum.

 

Les meiri um tað her: Alt siglur í skúlanum í Vestmanna

 

Eitt tað fyrsta, skúlastjórin gjørdi tá ið skúlaárið byrjaði aftur, var at geva varaskúlastjóranum ætlanarskriv um uppsøgn. Men tveir dagar aftan á varð skúlastjórin sjúkameldaður og Eydis Eidesgaard í Undirvísingarstýrinum varð sett at verða fyribils skúlastjóri. 

 

Tá ið skúlastjórin ikki varð sjúkameldaður longur, gjørdi mentamálaráðið av at senda hana til hús til ein avgerð var tikin í málinum. Tá væntaðu tey, at tá ið heystferian kom, var ein avgerð fallin. Nú eru tveir dagar til heystferiuna, men Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at enn er eingin støða tikin, so fyri so vítt er støðan óbroytt.

 

Men hann væntar avgjørt, at ein avgerð er tikin tá ið heystferian er av. Virkandi stjórin, Eyðdis Eidesgaard, sigur annars í stuttari viðmerking, at málið um at siga varaskúlastjóran upp, gingur sína gongd, og ætlanarskrivið um at uppsøgnina, stendur við.      

 

Skúlaviðurskiftini í Vestmanna hava verið ógreið í nakrar mánaðir