Enn er avgerð ikki tikin, og enn ber ikki til at siga, nær tað verður. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Standerðsluni.
Smyril fer í dokk í nakrar vikur í september og Strandferðslan hevur gjørt avtalu um at fáa Galaxy aftur til Føroya at loysa Smyril av á suðuroyarsiglingini.
Galaxy var eisini avloysaraskip fyri tveimum árum síðani, men tá átalaðu fólk serliga, at tað tók alt ov langa tíð hjá skipunum at leggja at og av tí sama fór ferðaætlanin heilt av lagið, at kalla hvønn einasta dag.
Men Strandferðslan hevur lovað, at hesa ferð skal tað ganga betri, eitt nú hevur talan verið um, at yvirmenninir á Galaxy skulu á simulatorskeið í Havn, áðrenn Galaxy fer í sigling, og samstundis skulu tey vera skjótari at senda boð eftir sleipibáti hjá Mest at hjálpa Galaxy at.
Men sama reiðarí eisini eisini eitt annað skip, Prince, sum er eitt sindur størri enn Galaxy, men sum annars eisini er bygdur í sjeytiárunum, og er sostatt áleiðjavngamal við Galaxy.
Og Strandferðslan hevur tryggjað sær í avtaluni við grikska reiðaran, at lýkur Prince treytirnar fyri at sigla í Føroyum, kann hon taka tað skipið heim at avloysa fyri Smyril ístaðin fyri Galaxy.
Hilmar Eliasen sigur, at enn er ikki greitt um Sjóvinnustýrið fer at góðkenna Prince til sigling í Føroyum, og av tí sama er heldur eingin avgerð tikin.
Hann sigur, at bæði skipini hava sínar fyrimunir.
– Galaxy hava vit havt fyrr, so tað skipið kenna vit, sigur hann. Hinvegin er Prince 15 metrar longri enn Smyril, og hann er eisini hægri enn Smyril, tað kann vera ein avbjóðing, tá ið lagt verður at bryggju.
Tí krevur tað eina nágreiniliga viðgerð, áðrenn støða verður tikin til, hvat skip, skal avloysa Smyril - um so er at prince fær siglingarloyvi í Føroyum. Og tann avgerðin verður ikki tikin, fyrr enn tað er greitt, at Prince fær loyvi, og tað sostatt er nakað at taka støðu til.
Men Prince hevur góðar umstøður umborð tí skipið hevur verið brúk til hotellskip í sambandi við arbeiði upp á vindmyllur í norðsjónum, so umstøðurnar hjá ferðafólki eru góðar.