Enn er eingin avbjóðari

Um einki valevni hevur meldað seg hin 4. desember klokkan 16, sum er evsta freist til uppstilling í Føroya Fiskimannafelag, verður felagsformaður sitandi í eitt skeið aftrat

Valár

Í gjár vóru júst tríggjar vikur eftir, til tíðin at stilla upp til felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag er úti
Jan Højgaard, felagsformaður, sigur, at enn hevur eingin avbjóðari meldað seg, og enn hevur felagsskrivstovan heldur ikki fingið nakra fráboðan um, at nakar listi er á veg.
Treytin fyri at gerast valevni er, at tú hevur fimm stillarar, sum eru skipsmanningar ella sóknir.
Hetta merkir, at tú kanst hava fimm skipsmanningar aftanfyri teg – ella 5 sóknir. Tú kanst eisini hava tríggjar skipsmanningar og tvær sóknir – ella øvut.
Hevur einki valevni meldað seg hin 4. desember klokkan 16, sum er evsta freist til uppstilling, verður verandi felagsformaður sitandi í eitt skeið aftrat.
Felagsformansval er triðja hvørt ár í Fiskimannafelagnum.