Enn eitt vælaverk frá Jóannesi og Finni

Tann sjeynda í røðini av árbókunum »Føroyskur Fótbóltur ? í orðum og myndum« er komin. Og bókin í ár stendur einki aftanfyri hinar, tvørturímóti

Tað hevur fyrr verið roynt at givið føroyskar ítróttarárbøkur út, men sum oftast er tiltakið strandað eftir fáum árum. Undantakið er røðin »Føroyskur Fótbóltur ? í orðum og myndum«, sum á fyrsta sinni varð givin út í 1992, og sum nú er komin sjeynda árið á rað.

Tað eru teir báðir ítróttarskrivararnir Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal, sum hava skrivað. Bókin í ár er eitt sindur størri enn undanfarin ár, og tað kemst fyrst og fremst av, at parturin við hagtølunum er størri ? m.a. eru føðingardagar hjá øllum 1. deildarspælarunum og hagtøl yvir dómararnar við. Ivan Eginsson Moskalenko hevur hjálpt teimum báðum rithøvundunum við hesum partinum.

Annars verður tyngsta vektin sum vant lagt á 1. deild hjá monnum, og annars verður tað, ið er hent í fótbóltsárinum 1998, eisini umrøtt sum heild.

Kanska kundi tað verið gjørt meira við føroysku fótbóltsspælararnar uttanlands og við A-landsliðið, men reyði tráðurin í árbókunum hevur altíð verið landskappingin, og eingin orsøk er heldur til at broyta um tað.

Sum vant eru nógvar myndir í bókini. Tær flestu av hesum eru myndir úr Sosialinum.

Annars er tað gleðiligt at staðfesta, at fótbóltsárbókin er komin fyri at verða. Bókin er eitt frálíkt uppslagsverk, ikki minst hjá teimum, sum vanliga skriva um ítrótt, men eisini hjá teimum mongu, sum hava áhuga fyri ítróttinum.

Bókin kom í handlarnar fríggjadagin, og hon kostar 128 krónur. Hetta er eitt sindur meir enn undanfarin ár, men hetta er orsakað av økta síðutalinum, sum hevur gjørt framleiðsluna dýrari.