Enn eitt tap á útivølli

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen fáa tað bara ikki at rigga á útivølli

Í kvøld spældu Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen á útivølli ímóti Falk Horten.

 

Liðið úr Bergen hevði vónað at fáa fyrsta sigurin á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið, men heldur ikki í kvøld gekk tað hjá Fyllingen Bergen. Falk Horten vann dystin 31-28. 

 

Leingi sá gott út hjá Kjartan Johansen og liðfeløgunum, tí teir vóru á odda 15-14 í steðginum. Tá 41 minuttir vóru farnir var støðan 21-20 til Fyllingen Bergen, men so kom Falk Horten uppá eina 24-21 leiðslu, og heimaliðið var á odda tað sum eftir var av dystinum.

 

Kjartan Johansen skoraði trý mál fyri Fyllingen Bergen í dystinum ímóti Falk Horten í kvøld. 

 

Fyllingen Bergen hevur nú tapt fimm av fimm útidystum. Heima gongur tó væl. Fyllingen Bergen hevur vunnið tríggjar og spælt ein javnan í fýra heimadystum.

 

Komandi mikukvøld spælir Fyllingen Bergen útidyst ímóti Bodø.

 

Fyllingen Bergen er nummar átta av teimum 12 liðunum í bestu norsku hondbóltsdeildini við sjey stigum fyri níggju dystir.