Klokkan 09.45 í morgun byrjaði fyrsti dysturin í seinna bólkaspælinum hjá føroyska U19-landsliðnum í manshondbólti, sum luttekur í European Open í Gøteborg. Liðið spælir um at enda nummar 9-16 í kappingini.
Føroyska liðið spælir tveir dystir í dag, og var fyrsti dysturin í morgun ímóti Estlandi. Endin var tann, at Estland vann 26-20 aftaná hálvleiksstøðuna 13-8. Júst sum í gjár, tá ið Føroyar spældu ímóti Hollandi, eydnaðist tað annars Føroyum at koma upp á javnt í seinna hálvleiki, men at enda megnaðu føroyingarnir ikki at fylgja við allar 60 minuttirnar.
Seinni dysturin í dag hjá Føroyum byrjar klokkan 16.45. Tá er tað Moldova, sum er mótstøðuliðið.