Enn eitt stórtap suðuri í Gibraltar

Føroyska U17-landsliðið tapti 0-6 fyri Íslandi í øðrum dystinum í UEFA menningarkappingini

Mynd: FSF

Føroyska U17-landsliðið er í hesum døgum suðuri í Gibraltar fyri at taka lut í einari UEFA-menningarkapping, har Gibraltar, Litava og Ísland eru mótstøðuliðini.

 

Farna hósdag taptu Føroyar 0-5 (0-4) fyri Litava.

 

Ígjár vóru Føroyar aftur fyri einum stórtapi, hesaferð móti Íslandi.

 

Ísland vann dystin 6-0. Í steðginum vóru íslendingar á odda 3-0.

 

Hesir byrjaðu inni fyri Føroyar:

 

##med2##

 

Kelda: FSF

 

Týsdagin spæla Føroyar móti Gibraltar, ið hevur tapt 0-7 fyri Litava og 0-4 fyri Íslandi. So tá liggur ein javnur dystur í kortunum. 

 

##med3##

 

 

 

Mynd: FSF