Fótbóltur
Við einum 2-1 sigri á Aston Villa eydnaðist tað Manchester United á fjórða sinni í søguni at ogna sær Liga Cup steypið.
Aston Villa byrjaði annars væl, og longu tá fimm minuttir vóru farnir fekk liðið eitt brotsspark. James Milner setti brotssparkið í netið til 1-0 leiðslu, men eitt lítið korter seinni javnaði Michael Owen fyri Manchester United. Michael Owen spældi í gjár ein av sínum besti dystum, síðani hann skifti til Manchester United.
Støðan 1-1 helt sær til eitt korter var eftir av tí vanligu leiktíðini. Tá gjørdi Wayne Rooney - sum ikki byrjaði inni - enn einaferð vart við seg, og hann stútaði sigursmálið hjá Manchester United í netið.
Løtu seinni hevði Rooney aftur ein góðan málmøguleiki, men Brad Friedel í Aston Villa málinum bjargaði meistarliga.
Alex Ferguson hevur staðið á odda fyri Manchester United allar tær fýra ferðirnar, tá Manchester United hevur vunnið Liga Cup kappingina. Fyrstu ferð var í 1992, aðru ferð var í 2006, og triðja ferðin var í 2009.
Hetta er heiti nummar 34 hjá Alex Ferguson, sum venjari hjá Manchester United. Hann hevur vunnið Premier League 11 ferðir, FA Cup 5 ferðir, Liga Cup 4 ferðir, Champions League tvær ferðir, og haraftrat heimsmeistaraskapið fyri felagslið, Charity/Community Shield og europeiska Super Cup steypið.
Telur ein sigrarnir í tíðini, Ferguson var venjari í Aberdeen við, so hevur Sir Alex Ferguson vunnið 44 heiti, og tað verður torført hjá nøkrum at gera honum hetta eftir.









