Næsta lagið av komandi fløguni hjá Fróða Hansen, Creeping Storm, er nú lagt út á myspace síðuna hjá tónleikaranum. Lagið kallast »Who Are You« og er eitt cover av »Talað við Gluggan« hjá Bubba Morthens. Lagið er lánt, men teksturin er egin, sigur Fróði Hansen.
Eftir ætlan skuldi nýggja fløgan hjá Fróða Hansen verða klár mánadagin 27. Juli, men vegna smærri tekniskar trupulleikar er hetta útskotið. Hann væntar at fløgan verður klár miðskeiðis í august mánaði.
Útgávukonsert verður í Danmark, í Lades Kælder í Keypmannahavn tann 30. September, og Fróði Hansen skal eisini spæla á The Rock tann 7. Oktober.
Ætlanin er eisini at koma til Føroyar seinni í ár saman við bólkinum at hava eina útgávukonsert.










