Claus Rasmussen, landsliðsvenjari hjá kvinnum væntar enn eitt spennandi umfar hjá bæði monnum og kvinnum í teimum fremstu deildunum í hondbólti.
Í fremstu kvinnudeildini sær Claus bert Neistan, sum upplagdan favoritt í dystinum ímóti Stjørnuni norðuri í Klaksvík. VB-Kyndil í Vági, og VÍF/Tjaldur-StÍF eru tveir dystir, sum eru meira opnir.
Í Atlantic Airways deildini sær Claus fyri sær tríggjar spennandi dystir millum H71 og Neistan í Hoyvíkshøllini, KÍF og Kyndil í Kollafirði, og VÌF ímóti StÍF í Vestmanna.
Finnur Hansson hjá Kyndli slær fast, at teir í Kyndli ætla ikki at lata kollfirðingar taka sær av fótum, sum tað hendi tíðliga í fjórðingsfinaluni í steypakappingini í dystinum millum KÍF og Kyndil mikukvøldið,
Teitur Joensen hjá KÌF hevur vónir um enn ein sigur til KÌF. Finnur Hansson staðfestir, at KÌF hevur verið tað mest stabila liðið higartil í Atlantic Airways kappingini.
Tað ber til at hoyra prátini við Claus Rasmussen, Teit Joensen og Finn Hansson undir greinini.










