Enn eitt spennandi hondbóltsumfar er í væntu

Landsliðsvenjarin hjá manslandsliðnum, Birgir Hansen sær fram ímóti enn einum spennandi umfari í teimum fremstu deildunum í hondbólti.

 

Birgir Hansen væntar, at tað er rættiliga trúligt, at nummar tvey og trý í fremstu kvinnudeildini, Kyndil og VÍF/Tjaldur verða jøvn á 16 stigum, tá dystirnir sunnudagin eru avgreiddir. Birgir væntar, at Neistin knógvar Kyndli og, at VÍF/Tjaldur sigrar á Stjørnuni á heimavølli.

 

Í Atlantic Airways kappingini væntar Birgir Hansen, at KÍF sigrar á Team Klaksvík í kvøld. Tó heldur hann, at framgongdin hjá Team Klaksvík hevur verið eyðsýnd seinastu umførini.

 

Birgir væntar tveir sera javnar og tættar dystir millum Neistan og Kyndil í Havn, og VÍF og H71 í Vestmanna.

 

Tað ber til at hoyra prátið, sum Rás2 gjørdi við Birgir Hansen undir greinini.